Útbúgving

Útbúgving

Útbúgving

Her kanst tú lesa um útbúgvingar innan heilsuverkið, har til ber at gerast næmingur ella at koma í praktik á Landssjúkrahúsinum í samband við útbúgving.

Samstarv við lesandi

Landssjúkrahúsið vil fegin samstarva við lesandi á bachelorstigi, masterstigi og phd-stigi um uppgávur/ritgerðir/evnir, ið eru viðkomandi fyri Landssjúkrahúsið og tann lesandi. Her kann verða talan um fakøkir so sum læknafrøði, sjúkrarøktarfrøði, lívfrøði, biomedicin, búskaparfrøði, KT-frøði, løgfrøði, HRM, samskifti, organisatiónspsykologi, sociologi, organisatión, logistikk o.s.fr.

Í Granskingar- og Menningarlonini hjá Landssjúkrahúsinum, finnist eitt kveikjandi granskingarumhvørvi. Har húsast Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (FarGen-verkætanin), umframt granskarar á Landssjúkrahúsinum.

Fyrispurningar kunnu sendast til ls@ls.fo

Starvsvenjing í samband við útbúgving innan heilsuverkið
Landssjúkrahúsið ynskir í tann mun gjørligt at kunna taka ímóti fólki, ið hava tørv á praktikuppihaldi í sambandi við ymiskar hægri útbúgvingar. Vit frætta fegin frá tær.

Viðv. starvsvenjing/praktikkuppihaldi  og FAQ í sambandi við kliniskar útbúgvingar, sí relevanta útbúgvingar her.  

Fyrispurningar kunnu setast til:
Ingi Mittún, fyrisitingarleiðari
Helena S. Mikkelsen, Starvsfólkadeildin, og skrivari í Útbúgvingarnevndini fyri yngri læknar.
Ring til Landssjúkrahúsið á tel. 30 45 00 ella send ein T-post á ls@ls.fo

Útbúgvingarnevnd - læknalesandi
Ein útbúgvingarnevnd er sett at taka sær av útbúgvingarskipan fyri læknalesandi.
Í útbúgvingarnevndini eru:

Johan Jansson, formaður
Tormóður Stórá, ábyrgdarhavandi yvirlækni fyri útbúgving á Psykiatriska deplinum
Ann Danielsen, ábyrgdarhavandi yvirlækni fyri útbúgving á Skurðdeplinum
Elmar Ósá, ábyrgdarhavandi yvirlækni fyri útbúgving á Medisinska deplinum
Guðrun Zachariassen, ábyrgdarhavandi kommunulækni
Jóna Hansen, ábyrgdarhavandi kommunulækni
Amalia Danielsen, yngri lækni í útbúgvingarstarvi í Almen medicin

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.