Ergoterapi

Inngongd

Lat aftur

Ergoterapi

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn
Tel. 304500

Bið um
Ergoterapiina á somatisku deild

Ergoterapiina á psykiatrisku deild

Viðtala

Eftir avtalu

Leiðandi starvsfólk

Tórunn Isholm
Katrin Jespersen

Psyk. dep.
Durita Isaksen, leiðari
Jenny Lamhauge Højgaard
Ruth Joensen

Ergoterapiin

Ergoterapiin á Landssjúkrahúsinum umfatar tvær deildir á ávikavist somatisku og psykiatrisku deild.

 

Ergoterapeutarnir kanna, viðgera og eftirmeta innlagdar og ambulantar brúkarar. Stórur dentur verður lagdur á at brúkarin sjálvur hevur ávirkan á gongdina.
Dentur verður eisini lagdur á alla tíðina at dygdarmenna tilboðini til brúkararnar. Somuleiðis er málið eisini at hava skipaðar mannagongdir, sum skulu tryggja øllum brúkarum sama tilboð um viðgerð.

 

Arbeitt verður við at alt tað ergoterapeutiska arbeiði skal skjalprógvast. Her verður hugsað bæði um statistik og um gongdina í viðgerðini hjá hvørjum einkultum brúkara.

 

Endamálið við ergoterapi

Teir sjúklingar, sum verða ávístir til ergoterapi, hava vegna sjúku ella brek niðursettar førleikar, sum kunnu geva teimum trupulleikar við at virka í dagligdegnum.
Endamálið við ergoterapi er, at brúkarin/sjúklingurin fær ein so góðan og sjálvstøðugan gerandisdag sum til ber við nøkrum neyðugum og ynskiligum dagligum uppgávum.

 

Her verður hugsa um:

  • Egin umsorgan: Persónlig røkt, at koma íkring inni og úti, at klára seg um brúkara og samfelagsborgara.
  • Arbeiði: lønt/ólønt arbeiði, húsligt arbeiði, skúli, útbúgving.
  • Frítíð: ymisk ítriv og áhugamál, ítróttur, vitja fólk ella at fáa vitjan, skriva brøv o.m.a.

Í viðgerðini verður arbeitt við terapeutiskari viðgerð, har sjálvir førleikarnir til at klára tær dagligu uppgávurnar verða vandir. Men nógvir brúkarar hava ikki allar teir neyðugu førleikarnar, og tá ber til at tillaga arbeiðsuppgávur og/ella umhvørvi, fyri á tann hátt at kompensera fyri teimum manglandi førleikunum. Brúkarin kann á hendan hátt gerast meira sjálvstøðugur.

 

Endamálið er eisini at fyribyrgja, at brúkarin fær afturstig. Tí verður í viðgerðini hugsað um, hvørji tilboð og møguleikar eru í nærumhvørvinum.
Ergoterapiin tekur ímóti lesandi frá Ergoterapeutskúlanum í Esbjerg, og vit hava ein ergoterapeut á hvørjari deild, sum tekur sær av tí fakligu vegleiðingini.


Ergoterapideildin er partur av medisinska deplinum.










Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.