Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Ljósmøðratænasta

Inngongd

Lat aftur

Ljósmøðratænasta

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 62
FO-100 Tórshavn
Tel. 30 45 00

Viðtalutíð

Bílegg viðtalutíð týsdag og hósdag millum
kl. 10.30 og 12.30
tel. 30 45 25.

Leiðandi starvsfólk

Marianne Liddy Skaksen
Virkandi deildarljósmóðir

Sum barnakona hevur tú møguleika at fáa viðtalur við ljósmóður í viðgongutíðini, koma til føðingarfyrireiking, akupunkturviðgerðir, og roykisteðgiskeið. Tað er Ljósmøðratænastan sum skipar hesi viðurskifti.
Viðtala hjá ljósmóðir undir viðgongutíðini er í Bláa Ambulatoriinum, sí kortið omanfyri.
Týsdagar og hósdagar fara viðtalutíðir eisini fram í skurð ambulatoriinum B3. Tær barnakonur sum skulu møta í hølum á skurð ambulatoriinum, fáa boð um hetta frammanundan.

Ultraljóðskanning
Landssjúkrahúsið bjóðar barnakonukanningar í viðgongutíðini, herundir ultraljóðskanningar og læknaviðtalur fyri barnakonur við serligum tørvi. Tað eru serlæknar innan gynækologi og obstetrikk, sum gera hesar kanningar. Leiðbeining vísir til, har ultraljóðskanningin fer fram.  

Rokna termin
Tú kanst rokna tína termin út her.

Føðifyrireiking
Føðifyrireikingarskeið í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7, tilmelding er ikki neyðug. 

Í 2017 verður føðifyrireiking í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum hesar dagar:

Mikudag  6. desember kl. 16.00 – 18.00

Mikudag 13. desember kl. 16.00 – 18.00


Í 2018

Mikudag 7. februar kl. 16.00-18.00

Mikudag 14. februar kl. 16.00-18.00

 

Ikki er neyðugt við tilmelding til føðifyrireiking ella rundvísing!

Føðifyrireikingin er skipað sum fyrilestur, har høvi verður at seta spurningar. Hvør føðifyrireiking er býtt upp í tveir partar, sum strekkja seg yvir tveir fylgjandi mikudagar.

Rundvísing
Rundvísing er áføðideildini fyrsta mánadag í hvørjum mánaði kl. 17.00. Tilmelding er ikki neyðug.

Gista í Gestalonini
Býrt tú uttanfyri Tórshavnar Kommunu er møguleiki fyri at gista í Gestalonini á Eirargarði 4.

Tá tú skalt eiga
Ring altíð áðrenn tit koma á deildina, á telefon nr. 304500—spyr eftir vakthavandi ljósmóðir.
Um tað er fyrsta barnið, og tú hevur fingið verkir, so er tað skilagott at bíða heima, til tað eru fimm minuttir ella minni ímillum verkirnar, og tað hevur verið soleiðis í ein tíma.
Um tú hevur átt fyrr, eigur tú at fara fyrr enn so á deildina.
Um fosturvatnið fer, eigur tú altíð at ringja. Í flestu førum verður tú biðin um at koma á deildina til kanningar. Um tað er náttartíð og alt er, sum tað eigur at vera - so kunnu tit vera heima, til tað verður dagur, ella til tú hevur fingið verkir.
Um tit eru í iva, ella um tit hava varhuga av, at alt ikki er, sum tað eigur at vera, so eru tit eisini vælkomin at ringja og tosa við vakthavandi ljósmóðir.

Á føðideildini eru 2 føðistovur. Undir føðing veitir ljósmóður tær føðingarhjálp, og eftir føðing fær tú tilboð um eina eftirføðingarkanning og samrøðu hjá ljósmóður.
Les meira um røkt og aðra praktiska kunning her.   

Um tú ert lesandi og býr í Danmark, men ynskir at eiga á Landssjúkrahúsinum, kanst tú lesa her um hvørjir møguleikar eru.

Ert tú fyri stuttum flutt til Føroya, kanst tú lesa um fría sjúkrahúsviðgerð her.

Kunning
Faldarar við kunning til barnakonuna og nýggju familjuna og tilboð um screening av nýføðingum finnast her. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.