MR skanning

MR skanning

MR skannari

MR stendur fyri Magnetisk Resonans.

Meðan sjúklingurin liggur í magnetfelti, ber til við radiobylgjum ávirka brintkjarnurnar í kroppinum, so hesar fara úr javnvág. Tá sendarin verður sløktur móttaka antennur veik signal úr kroppinum, sum við teldutøkni verða nýtt til myndagerð.

Sjúklingar við magnetiskum metalli í kroppinum, og tey, sum hava pacemakara, sleppa ikki í MR-skannaran. Av hesi orsøk skal ávísandi lækni útfylla kontrollskema saman við sjúklinginum.
Annars er kanningin óskaðilig.

Ein vanlig kanning er samansett av 5-6 sekvensum. Ein sekvensur tekur umleið 8 minuttir, og tá er neyðugt at liggja pinnastillur.

Viðhvørt er neyðugt at geva kontrast í æðr í arminum.


Fyrireiking
Kontrollskema
Smyrsl, eygnaskuggar og metalprýði má ikki nýtast.

Kanningartíð
Umleið 60 minuttir

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.