Skurð seingjardeild (G4/A3 skurðdeild)

Inngongd

Lat aftur

Skurð seingjardeild (G4/A3 skurðdeild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarupplýsingar

Bygningur G, hædd 4
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00
Sjúklinga tel. 30 45 44

Vitjanartíðir

Vitjanartíðir
kl. 15.00-16.00
og
kl. 19.00-20.00.
Vinarliga virðið vitjanartíðirnar

Leiðandi starvsfólk

Birgit Mohr
Virkandi deildarleiðari
T-post: lsbirmo@ls.fo

Um deildina
Deildin er ein skurð seingjardeild í tveimum eindum – G4 og A3. Á deildini finnast hesar sergreinar: ortopædi, gynækologi, parenkym, urologi, mammakirurgi, oyrna-nasa-háls, eygna og tannaviðgerðir.
Harumframt er stomi ambulatorium á deildini.

Dagskurð
Til seingjardeildina hoyrir Dagskurð, sum er deildin til sjúklingar, ið skulu undir smærri skurðviðgerðir. Hesir verða innlagdir um morgunin og útskrivaðir sama dag. Dagskurð heldur til á G1. 

undefined  undefined

Dagliga gongdin á deildini
Um dagin hevur sami sjúkrarøktarfrøðingur ábyrgd av eini sjúklingastovu, og er tað hesin sjúkrarøktarfrøðingurin, ið veitir tær stuðul, hjálp og/ella røkt, alt eftir hvønn tørv tú hevur.

Stovugongd er vanliga millum kl. 10.00-12.00, og tá verður so vítt gjørligt ætlan løgd um víðari kanningar, viðgerð og/ella útskrivan.
Hevur tú spurningar til stovugongd, eru eini góð ráð at skriva hesar niður, so tú tryggjar tær at minnast til tað, tú ynskir at spyrja um.


Samrøður og fyrispurningar
Um avvarðandi ynskja samrøðu við lækna, skalt tú sum sjúklingur geva loyvi til hetta og samrøðan er saman við tær. Ynski um samrøðu skal fráboðast í góðari tíð, og so verður avtala eitt ávíst tíðspunkt.

Máltíðir

  • Morgunmatur kl. 08.30
  • Proteindrykkur
  • Døgurði kl. 11.30
  • Millummáli kl. 14.00
  • Nátturði kl. 17.30
  • Drekka kl. 20.00

Internet og sjónvarp
Internetatgongd er um alt Landssjúkrahúsinum. Um tú hevur egnu farteldu ella telefon við, ber til at logga á LS-Guest, sum ikki krevur loyniorð. Tá tú brúkar útvarp, sjónvarp ella telefon verður tú biðin um at vísa fyrilit fyri hinum sjúklingunum á deildini.

Viðføri
Tú verður biðin um at hava egnar toiletlutir og inniskógvar við. um tú tekur heilvág, verður tú biðin um, at taka hann við, umframt fullfíggja yvirlit yvir heilvágin tú tekur.

Virðislutir
Deildin hevur ikki møguleika at taka ábyrgd av virðislutum og peningi.

Prestur
Prestur er knýttur at sjúkrahúsinum. Vit hjálpa fegin við at fáa samband við prest ella annan persón frá samkomu, um ynskist.

Kunnandi faldarar
Kunnandi faldari um deildina finnist her. 
Landssjúkrahúsið hevur harumframt gjørt fleiri faldarar við kunning um ymsar skurðviðgerðir, sum tú kanst lesa her.

Virðisgrundarlag hjá seingjardeildini G4/A3
Á seingjardeildini á skurð ynskja vit at standa saman um at geva sjúklingunum bestu viðgerð og røkt, soleiðis at sjúklingurin, tá ið hann verður útskrivaður av deildini hevur upplivað professionel starvsfólk, ið hava givið honum serkøna hjálp og hava sýnt álit, ábyrgd, tolsemi, erligheit og ikki minst fakligtheit og hjálpsemi.

Berandi virðini á seingjardeildini eru

  • Ábyrgd
  • Opinleiki og tolsemi
  • Virðing fyri hvørjum øðrum
  • Loyalitetur

Strategimál fyri deildina 

  • At skipa fyri, at starvsfólki hevur góðan fakligan førleika. -   At vita og førleiki verður nýtt og ment.
  • At G4/A3 er besta praktikk pláss fyri lesandi á LS.
  • At starvsfólk, sum eru sett í stápsfunktiónir innan teirra serøkið gera mannagongdir, undirvísa og halda vitanina dagførda.
  • At gera dygdargóðar sjúklingagongdir.
Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.