Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Skurðgong (G2)

Skurðgong

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. +298 30 45 00

Leiðandi starvsfólk

Anna á Dunga Simonsen, deildarleiðari
T-postur: lsanndu@ls.fo

Margretha Kjærbæk
Varaleiðari
T-post: lsmarkj@ls.fo

Um skurðviðgerð

Tú verður biðin um at møta fastandi kl. 7.30. Tað er sera umráðandi, at magin er tómur fyri skurðviðgerð. Annars er vandi fyri at spýggja undir doyvingini. Tú skalt tí einki eta 6 tímar undan skurðviðgerðini, tó kanst tú drekka 1-1½ glas av vatni ella saft 2 tímar undan doyvingini. Tú mást ikki roykja 6 tímar fyri skurðviðgerðina, tí hetta økir um slím í andaleiðini. 

 

Sig frá í Leiðbeiningini í forhøllini, tá ið tú kemur. Á seingadeildini verður tú móttikin og víst til rættis. Tú verður víst á eina stovu, fært klæðir og samleikaarmband og verður fyrireikað/ur til skurðviðgerðina. 

 

Sjúkrarøktarfrøðingar á Skurðgongini taka ímóti tær og spyrja um navn, føðingardag, ovurviðkvæmi o.a. Hetta verður gjørt fyri at tryggja allar neyðugar upplýsingar um teg. Inni á skurðstovuni kemur tú at liggja á skurðlegu. Síðani verður ein plastnál, eitt sonevnt dropp, lagt í eina æðr í arminum, so at saltvatn og neyðugt medisin kann verða givið til doyvingina. Blóðtrýstmasjett verður løgd um yvirarmin, klisturmerki, elektrodur, verða sett á bringuna til yvirvaking av hjartanum. Eisini verður ein súrevnismátari settur á fingurin. Tá hetta er gjørt, er klárt at doyva til fulla ella lokala doyving - sí meir um doyving í faldara til børn og vaksinYmiskt er, hvussu leingi skurðviðgerðin varir.

Eftir skurðviðgerðina verður tú koyrd/ur í viðrakning til eygleiðingar. Í viðrakning liggja bæði menn, kvinnur og børn í sama rúmi. Forhang eru ímillum sengurnar. Sjúkrarøktarfrøðingur er inni á stovuni. Sjúkrarøktarfrøðingur hyggur eftir blóðtrýsti, pulsi, andadrátti, bløðing, pínu, vamli og øðrum, og um neyðugt, verður heiluvágur givin. Viðrakningartíðin kann vara frá einum til fleiri tímar. Ikki er loyvt at fáa vitjan í viðrakning uttan undir serligum umstøðum. 

 

Dagskurð

Landssjúkrahúsið fremur fleiri smærri skurðviðgerðir. Hesir sjúklingar verða innlagdir um morgunin og útskrivaðir sama dag. Áðrenn farið verður heim av sjúkrahúsinum er tíð til at tosa við bæði lækna og sjúkrarøktarfrøðing í tann mun, tørvur er á hesum. 

 

Um skurðgongina

Skurðgongin hevur 6 skurðstovur har umleið 3.800 skurðviðgerðir verða framdar árliga innan sergreinarnar:

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.