Psykiatrisk viðgerðar eind (P40)

Inngongd

Lat aftur

Psykiatrisk viðgerðar eind (P40)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Eirargarður 17
Tel. 30 45 00

Intensiv eind
lok. nr. 4440
Almenn eind
lok. nr. 4445

Mynttelefon á viðgerðareindini
Tel. 32 07 48

Vitjanartíðir

Vitjandi eru vælkomin frá
kl. 15.00 -17.00
og
kl. 19.00 - 21.00.

Leiðandi starvsfólk

Torgunn Kvilt, fyribils leiðari
Sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: lstorkv@ls.fo

Liebeth Vang, varaleiðari
Sjúkrarøktarfrøðingur
T-postur: lslisva@ls.fo

Viðgerðar eindin er ein móttøkudeild við tilboðum um innlegging.

Eindin tekur ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri. Um børn/ung hava tørv á innlegging, samstarvar eindin við Barna- og Ungdómspsykiatriina (B&U).

 

Psykiatriska viðgerareindin er skipað í tvær eindir, og hesar eru:

  •  Psykiatrisk intensiv eind
  •  Psykiatrisk almenn eind

Intensiv eind

Intensiva eindin er ein skermað eind við 4-7 plássum

Tá sjúklingar verða innlagdir á intensivu eind, verður tað av trygdarávum kannað, um teir hava lutir við sær, ið kunnu verða til vanda fyri ein sjálvan og/ella onnur. Starvsfólkið hevur hesar lutir í varðveitslu. Sum sjúklingur verður tú knýttur at einum toymi.

 

Viðgerareindin

Á viðgerðareindini starvast fleiri yrkisbólkar: sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar.

Aðrir yrkisbólkar eru somuleiðis knýttir at eindini. Hesir eru: læknar, psykologar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, musikterapeutur, umboð fyri avvarðandi og reingeringsfólk.

 

Virðislutir/peningur

Frárátt verður sjúklinginum at hava við sær størri peningaupphæddir ella virðislutir við innleggjan. Eindin tekur ikki ábyrgd av møguligum missi ella skaða.

 

Trygd

Av trygdarávum eru ávís viðurskifti galdandi fyri sjúklingar á eindini. Tú verður biðin um at lata egnan heilivág til starvsfólkið. Tað er ikki loyvi at hava hvassar ella spískar lutir við inn á eindina.

 

Handil og umbýti millum sjúklingar

Undir innleggjan er ikki loyvi at selja ella býta um sínámillum.

 

Tagnarskylda

Øll starvsfólk hava tagnarskyldu.

Við innleggjan verður tú biðin um at fylla út ”Váttan um samtykki”, har tú hevur møguleika til at játta samskifti við avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar. Í ávísum førum ynskir sjúklingurin ikki, at avvarðandi og stovnar verða kunnað um støðuna. Starvsfólki stuðlar sjúklinginum til samstarv við avvarðandi.

 

Fartelefon og fartelda

Tú hevur møguleika at brúka tína egnu fartelefon og farteldu á eindini. Yvirlæknin kann tó í serligum førum verða noyddur at avmarka atgongdina til telefon og teldu hjá onkrum sjúklingi, um mett verður, at viðkomandi harvið er betri vardur.
Internetsamband er á eindini.

 

Myndatøka

Myndatøka á eindini er undir ongum umstøðum loyvd.

 

Royking og opin eldur

Eindin er roykfrítt umráðið, tó er roykirúm á Intensivu eindini.
Av trygdarávum verður opin eldur, kertuljós, bikarljós ella líknandi ikki nýtt á eindini.

 

Rúsevni

Tað er hvørki loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevni við sær inn á eindirnar ella verða ávirkaður av hesum.

 

Starvsfólkið og tú

Starvsfólkini vilja fegin hjálpa tær at fáa tað betri, og vit ynskja at samstarva við teg um tína viðgerð:

 Tú veitst best, hvussu tú hevur tað, og hvussu tað, sum tú upplivir, ávirkar títt lív.
Starvsfólkini hava fakligan kunnleika um, hvussu gongdin í psykiatriskum sjúkum vanliga er, og hvussu hesar kunnu viðgerast.
Í samstarvi við teg leggja vit tína viðgerð til rættis.
Tað hevur stóran týdning fyri gongdina, at tú ert virkin í samstarvinum og harvið sjálv/ur við til at taka ábyrgd fyri, at tú fært tað betri og kemur víðari í lívinum.
Vit leggja dent á, at tú verður kunnað/ur um tína viðgerð, og tú ert altíð vælkomin at seta spurningar.
Sum ein liður í viðgerðini verður tú vegleidd/ur um, hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at minka um trupulleikar og árin, ið tú hevur fingið av sjúkuni, við atliti til at fyribyrgja at tú versnar.
Nógvir sjúklingar, sum koma í psykiatriska viðgerð, gerast frískir. Onnur fáa hjálp til at menna førleikar, so tey betur kunnu handfara sjúkuna - og hava eitt gott lív við sjúkuni.

 

Hvussu skal sjúkan viðgerast?

Fyri at finna útav, hvussu tú best kann viðgerast fyri sína sjúku, skal ein neyv kanning (útgreining) gerast av teimum eyðkennum og trupulleikum, sum tú hevur. Allir fakbólkar geva sítt til, at tann einstaki verður kannaður fyri sína sjúku.

 

Psykiatrisk viðgerð

Undir innleggjanini ynskja vit at geva dygdargóða røkt og viðgerð. Málið er, at diagnosa verður ásett og at viðgerðin verður málrættað. Málið er eisini at styrkja tínar møguleikar at skilja tína sjúku og at handfara støðuna.

 

Gerandisdagurin á deildini

Veking kl. 08.00

Morgunmatur kl. 08.00- 09.00
Morgunfundur kl. 08.40
Felags gongutúrur kl. 11.00
Døgurði kl. 11.30
Drekka kl. 14.00
Nátturði kl. 17.30
Kaffi kl. 19.30
Friður á deildini kl. 23.00

 

At fara av eindini

Við atliti til viðgerðina ynskja vit at tú ert til staðar á eindini við innleggjan. Um ynskt verður at fara av eindini, verður hetta avtalað við starvsfólkið. Tú verður biðin um at boða frá , tá tú kemur og fert.

Úthurðin verður stongd kl. 22.00

 

Avvarðandi

Avvarðandi eru vælkomin at ringja á eindina, telefonnummar 304500 og biðja um P40. Ein faldari til avvarðandi er til taks á eindini.

 

Avvarðandi umboð

Maria Andreassen Hentze, sjúkrarøktarfrøðingur

Tlf 304500 lokal 4422
Fartelegon: 234561
Teldupostur:lsmarhe@ls.fo

 

Kamar

Kamarið skal haldast ruddiligt og skiftast skal á seingini eftir tørvi. Um tørvur er á tí, kunnu starvsfólk hjálpa við hesum.

Umráðandi er at virða privatlívið, og tí er ikki loyvi at fara inn á kamarið hjá hvørjum øðrum.

 

Klæðir

Møguleiki er at vaska klæðir á eindini. Sjúklingar hava sjálvir ábyrgd av hesum, men um tørvur er á tí, kunnu starvsfólk hjálpa við hesum. Týdningarmikið er, at tú hevur klæðir við til uttandura gongutúrar og klæðir til innandura rørslu.

 

Køkur

Á deildini eru tveir køkar. Annar køkurin verður brúktur til at goyma matin frá stórkøkinum og til at gera klárt til máltíðir.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan tilskilar, at einans starvsfólk hava atgongd til hendan køkin.
Hin køkurin er ætlaður til sjúklingar og kann verða nýttur eftir avtalu við starvsfólk.

 

Vaktarskifti

Vaktarskifti hjá starvsfólkunum er kl. 7.00 -7.30, kl. 15.00-15.30 og kl.23.00-23.30.

 

Fokus

Starvsfólkini hava fakligan fund, ið nevnist ”Fokus” kl.12.30-13.15 og 18.30-19.00.

 

Morgunfundur

Morgunfundur er yrkadagar kl. 8.40—9.00 á almennu eindini og 10.15-10.30 á Intensivu eindini. Øll luttaka á fundinum.

Í vikuskiftinum eru morgunfundur kl. 10.00.

 

Fysiskur aktivitetur

Hvønn dag kl. 11.00 er gongutúrur, har møguleiki er at velja millum at ganga ein styttri ella longri tein. Venjingarhøli við venjingartólum er tøkt, sum sjúklingurin kann nýta eftir avtalu við starvsfólkið. Tríggjar morgnar um vikuna er fimleikur í samband við morgunfundin á eindini.

 

Konferansa

Hetta er ein fundur, har fleiri fakbólkar eru hjástaddir, og endamálið

við fundinum er at skapa eina dygdargóða røkt og viðgerð fyri tann
einstaka.

 

Viðtala við andaligan leiðara

Um tú hevur tørv á at tosa við prest ella samkomuleiðara, kunnu

starvsfólkini hjálpa við hesum.

 

Fysiskir karmar

Á eindini eru einastovur, tó kann verða neyðugt at deila stovu, um

plásstrot er. Baði-/vesihentleikar eru felags. Eisini hevur eindin
uppihaldsrúm við sjónvarpi, vaskirúm, matstovu og tvær
vitjunarstovur. Uttanduraøkið er eisini til sjúklingar at gagnnýta. Um
summarið verður urtagarðurin nýttur til millum annað
uttanduraspøl, at grilla og hugna.

 

Vitjan

Vitjandi eru vælkomin frá kl. 15.00 -17.00 og kl. 19.00 - 21.00.

Vitjandi verða vinarliga biðin um at venda sær til eitt av
starvsfólkunum, tá ið tey koma á eindina. Starvsfólkið vísir vitjandi
til eitt vitjunarrúm. Um vitjunarrúmini eru upptikin kann eftir avtalu
við starvsfólk verða vitjað inni á kamarinum hjá sjúklinginum.

 

Er ynski um aðra vitjunartíð, kunnu avvarðandi seta seg í samband við
eindina. Um yngri børn hjá innløgdum koma at vitja, er møguleiki
fyri at nýta ávíst rúm í Ergoterapiini, har ymsar leikur eru til børn.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.