Blóðtøpp í heilanum?

30-11-2016

Veitst tú hvørji tekin kunnu benda á blóðtøpp í heilanum, og kennir tú týdningin av at koma á sjúkrahúsið beinanvegin?

Um tú verður rakt/ur av blóðtøppi í heilanum, er tað avgerandi, at tú fært viðgerð skjótast møguligt.
Kemur tú á sjúkrahúsið beinanvegin eftir fyrsta tekinið um blóðtøpp, er tað møguleiki fyri, at tú kanst fáa heilivág, sum kann upploysa blóðtøppin. Hetta verður kallað trombolysa.
Jú fyrr, viðgerðin fer í gongd, jú størri eru møguleikarnir fyri at koma burturúr hesum við góðum úrsliti. 


Les her, um hvørji tekin eru um blóðtøpp.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.