Screening fyri lívmóðurhálskrabba

30-11-2016

Føroyska heilsuverkið bjóðar øllum kvinnum í aldursbólkinum 25-60 ár regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðirhálskrabba. Tað ber til við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum.

Allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa innkallingarbræv frá Landssjúkrahúsinum triðja hvørt ár við eini áminning um, at tíð er til nýggja kanning hjá egnum kommunulækna. Tú ringir sjálv til kommunulæknan og biður um eina tíð.
Hevur tú ikki fingið innkallingarbræv, eigur tú at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 304500 og biðja um patologisku deild. Har skalt tú gera vart við, at tú ikki fært innkallingarbræv.
Les meira her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.