Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

10 ráð til sjúklingar

10 ráð til sjúklingar

10 ráð til sjúklingar

Ver virkin í avgerðini við trygd og dygd í huga

Í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum er umráðandi at sjúklingar
eru virknir í egnari sjúklingatrygd og –dygd. Her eru 10 ráð,¹ sum eru verd
at geva gætur í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum.

 

1.Tryggja tín samleika
- upplýs fult navn og p-tal
- ver vísur í, at viðgerðin er ætlað tær
- tryggja tær, at tín samleiki verður staðfestur, tá royndir verða tiknar, 
  kanningar gjørdar og heilivágur givin
- kanna um møguligt sjúklingaarmband hevur rætt navn og p-tal
- um tú skalt skurðviðgerast, bið læknan tekna á teg við sprittpenni
  (tá tað er viðkomandi)


2. Greið frá um teg sjálvan
- um hvørji sløg av heilivági, tú nýtir
- um møguliga alternativa viðgerð og náttúruheilivág hjá tær
- um hvat tú annars gert fyri at betra um heilsuna
- um mat og annað sum tú ikki tolir og um serligan kost
- um tú ert við barn


3. Spyr, inntil tú skilir
- spyr tá tú ert stúrin ella hugsar um okkurt ávíst
- spyr tá tú ivast, um tú hevur skilt heilsustarvsfólkið
- skriva niður spurningarnar tú ynskir at seta og svarini tú fært

 

4. Kanna tín heilivág
- er tað tín heilivágur?
- er nøgdin tann rætta?
- hví skalt tú taka hann?
- hvussu leingi skalt tú taka hann?
- á hvønn hátt virkar heilivágurin?
- hvussu ávirkast heilivágurin av mati og drekka?


5. Avvarðandi kunnu hjálpa tær
- at vera við til viðtalur um tú ynskir tað
- at skilja boð og minnast staklutir
- at tosa tína søk, tá tú ikki sjálvur orkar
- at skriva niður spurningarnar tú ynskir at seta og svarini tú fært


6. Kunna teg um, hvat bagir tær
- kunna teg um diagnosuna/sjúkuna
- spyr nærri um kanningar og viðgerðir


7. Sig frá, um tú hevur pínu ella ikki følir teg væl
- sig frá umaftur, um tað er neyðugt
- sig frá, hóast tað ikki tykist vera knýtt at sjúkuni


8. Minka um smittuvandan við at vaska og spritta hendur
- fyri máltíðir
- eftir at tú hevur verið á vesi og bið um vátserviettar at turka tær um
  hendurnar við, um tú ert seingjarlagstur

 

9. Spyr um framhaldandi viðgerð
- hvar verður framhaldandi viðgerðin givin og av hvørjum?
- kann pína ella tregi (óbehag) væntast av viðgerðini?
- skalt tú broyta kostvanar?
- skalt tú binda frið ella halda teg frá ávísum virksemi? 

10. Um tú fært tørv á bráðfeingis heilsuhjálp
- kanna hvønn tú skalt seta teg í samband við og hvussu tú gert tað
- kanna hvørjar upplýsingar tey fara at spyrja um 

¹ Ráðini eru gjørd við fyrimynd og íblástri frá líknandi átøkum í Noregi, Íslandi og hjá WHO 

Tak 10 ráðini niður sum pdf

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.