Í viðgerð uttanlands

Í viðgerð uttanlands

Í viðgerð uttanlands

Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.

Sambært løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverk, vísur §10 til, at ein sett visitatiónsnevnd ger leiðreglur fyri visitatión av sjúklingum til serviðgerð og endurvenjing uttanlands.

Leiðreglurnar vísa á, at ávísing til serviðgerð uttanlands skal fyriliggja frá yvirlæknum í føroyska sjúkrahúsverkinum, og at avtala skal fyriliggja um viðgerðarstað.
Tá ein yvirlækni ávísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslurnar av henni.

Um ynski er at ávísa sjúkling til viðgerðar á viðgerðarstað, har ongin avtala fyriliggur við føroyska sjúkrahúsverkið, kann yvirlækni leggja hetta fyri Visitatiónsnevndina til góðkenningar.

Visitatiónsnevndin virkar undir Heilsu- og innlendismálaráðnum, og eru tað einans yvirlæknar, sum kunnu leggja mál fyri Visitatiónsnevndina.

Verður ikki játtað annað viðgerðarstað, kann sjúklingurin kæra avgerðina til kærunevndina í almanna- og heilsumálum hjá Føroya Kærustovni.

Ongin heimild at gjalda fyri privata viðgerð, sum sjúklingurin sjálvur tekur stig til

Av tí at ávising skal fyriliggja frá yvirlækna í føroyska sjúkrahúsverkinum til viðgerð og endurvenjing uttanlands, er ongin lógarheimild hjá sjúkrahúsverkinum at gjalda fyri privata viðgerð uttanlands, ið sjúklingur sjálvur hevur tikið stig til.

Avgerðir um evnið finnast í avgerðarsavninum hjá Føroya Kærustovni www.kaerustovnur.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.