Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others

At taka blóðroynd

Inngongd

Lat aftur

At taka blóðroynd

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

abcdef

123123

asdf

asdf

asdf

asdf

Tá tú hevur fingið ávísing frá lækna til at taka blóðroyndir og ella EKG, ber til at fara í ambulatoriið hjá Rannóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.Harumframt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Læknamiðstøðini í Runavík, Gøtudali og Vági.

Land og fæcesprøvar skulu eisini latast inn her. Hav altíð ávísingarseðilin frá lækna við.

Hevur Landssjúkrahúsið sent tær innkalling til blóðroynd gjøgnum "Mínboks", møtir tú upp í ambulatoriunum uttan blóðroyndarseðil. 

Bíðitíð
Bíðitíðin er oftast minni enn ein tíma, men kann eisini av ymiskum orsøkum verða nakað longri.
Tað ber ikki til at biðja um tíð til blóðroyndir ella EKG.

Skal eg vera fastandi?
Til summar blóðroyndir skal tú vera fastandi. Spyr læknan um tú ivast.

At vera fastandi merkir:

  • Tú mást ikki eta ella drekka annað enn vatn aftaná kl. 22 kvøldið fyri, sum blóðprøvarnir skulu takast.
  • Tú kanst drekka 1 ella 2 gløs av vatni
  • Tú mást ikki roykja 2 tímar áðrenn blóðprøvarnir skulu takast
  • Lívsneyðugt medisin verður tikið sum vanligt, tó verður miðjað ímóti at taka blóðroyndirnar áðrenn.

Mannagond
Starvsfólk av Rannsóknarstovuni taka blóðroyndir, ið læknin hevur umbiðið.
Blóðroyndirnar verða fluttar á Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Flestu kanningarnar verða gjørdar her, men ein partur verður sendur uttanlands á serstovur til kanningar.

Svar uppá blóðroyndir
Úrslitini av flestu rutinukanningum fyriliggja í Talgildu Heilsuskipanini dagin eftir.
Summar royndir hava longri svartíð, aloftast 2-3 vikur, men onkuntíð mánaðir.
Tað ber ikki til at ringja beinleiðis á Rannsóknarstovuna at fáa svar.
Avtala við læknan hvussu tú fært svar.

Børn
Børn kunnu fáa eitt lokaldoyvandi evni Xylocain á húðina, árenn tey skulu prikast. Hetta skal vera á 5 til 10 minuttir áðrenn tað virkar.
Eisini ber til at keypa EMLA-krem á Apotekinum at smyrja á. Tað skal sita á uml. hálvan tíma áðrenn blóðprøvarnir verða tiknir.
Les meira um blóðroyndir av børnum her. 

HIV-kanning
Tú kanst altíð koma at taka eina blóðroynd til HIV kanning.
Tá er ikki neyðugt at hava ávísingarseðil við, og tú kanst eisini vera anonymur. 

CTD-kanning
Til ber at fáa gjørt blóðroynd til CTD-kanning uttan ávísing frá kommunulækna við at gjalda 100 kr.  Tá møtir tú bara í ambulatoriinum (blái byggningurin).
Tak niður faldara um CTD her.   

Hesar dagar er Rannsóknarstovan stongd
Flaggdag, Grundlógardag, Ólavsøkuaftan, Ólavsøkudag.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.