Fleirpartaavtala innan eldraøkið, heimasjúkrarøkt, økispsykiatri vm.

16. MARS 2015

3. mars 2015 skrivaðu Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, og tey 7 samstarvsøkini innan eldraøkið, umframt Tórshavnar Kommuna undir sonevnda fleirpartaavtalu. Hetta í samband við at eldraøkið vm. er lagt til kommunurnar frá 1. januar 2015 og at kommunal samstørv og Tórshavnar Kommuna nú vara av eldraøkinum og heimasjúkrarøkt úti hjá borgarum.

Avtalan er tann fyrsta í røðini av sínum slag millum hesar 11 stovnarnar/eindirnar.

Avtalan er ein sonevnd rammuavtala, ið leggur ein yvirordnaðan leist fyri samstarvi og samskipan millum stovnarnar innan ymisk evni, eitt nú útskrivingarmannagongdir innan medisinska, skurð og og psykiatrisku økini, samstarvinum millum heimasjúkrarøktarskipanina og Økispsykiatri, viðv. hjálpitólum, eftirútbúgving v.m.

 

Endamálið við hesi fleirpartaavtaluni er at betra um samlaðu borgara-/sjúklingagongdina við einum skipaðum tvørsektorsamstarvi millum sjúkrahús, Almannaverk og kommunalu eldra- og heimasjúkrarøktartænasturnar við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum.

 

Í næstum fara ymisk átøk at verða gjørt fyri at tryggja góða íverksetan av ásetingunum. Hareftir er ætlanin at fara undir víðarimenning av samstarvinum, eitt nú við at gera tvørgagangandi sjúklingagongdir millum sjúkrahús og eldraøkið við atliti til at tryggja í størri mun at tænastan kennist sum ein samanhangandi heild.
At fáa 11 partar at semjast um eina avtalu er í sjálvum sær avbjóðandi. Partarnir meta, at tilgongdin hevur verið merkt av samstarvsanda og vilja til at finna loysnir og semjur, og síggja øll fram til at hetta ætlandi stuðlar undir at menna enn betri samstarv framyvir.
Kommunufelagið hevur umboðað og samskipað samráðingarnar vegna tey kommunualu samstørvini og Tórshavnar Kommunu.

Á myndini síggjast umboð fyri flestu av pørtunum í sambandi við undirskrivingina.

Les avtaluna her.

 

Almannaverkið – www.av.fo

Landssjúkrahúsið – www.ls.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús – www.ks.fo

Norðoyar Bú- og Heimatænasta – www.nbh.fo

Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu – www.eystur.fo  

Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum – www.sam.fo

Heimatænastan í VEKS – www.veks.fo

Heimatænastan í Vágum

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar Kommunu – www.torshavn.fo

Økistænastan í Sandoyar Sýslu

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy – www.bhs.fo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.