Framsýning í forhøllini

3. MARS 2015

Nú verkætlanin við nýggja H-bygninginum er farin í gong, er áhugaverd framsýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum um nýggja bygningin.
Til ber at síggja myndir og model av bygninginum, umframt at vitja eina sjúklingastovu í fullari stødd soleiðis sum tær koma at síggja út, tá bygningurin er liðugur.

Somuleiðis er filmsbrot sum vísur nýhugsan viðv. goymslu av seingjum.

Harumframt eru myndir av bygningum hjá Landssjúkrahúsinum, sum vísa menningina av stovninum síðani 1924, tá Dronning Alexandrines Hospital opnaði í bygninginum har føðideildin er í dag.

Framsýningin er beint innanfyri høvuðsdyrnar, á høgru síðu. Hon stendur opin alt døgnið, og ætlandi fram til á Ólavsøku.

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.