Gunnhild Helmsdal liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini (kommunulækni)

31. MARS 2015

Gunnhild Helmsdal er júst vorðin liðug við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni. Hon bíðar í løtuni eftir endaligu løggildingini frá Sundhedsstyrelsen.

Gunnhild hevur tikið 5 ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini og havt meginútbúgvingarstað í læknaviðtalum í Tórshavn og seinast havt D. Petur Højgaard, kommunulækna sum vegleiðara. Gunnhild er 38 ára gomul og býr í Hoyvík.  Hon fer í næstum í holt við PhD-verkætlan á Landssjúkrahúsinum í samstarvi við Odense Universitets Hospital og kemur eisini at starvast nakað í Kommunulæknaskipanini.

 

Útbúgving í Føroyum av serlæknum í almennum medisini er í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymisk klinisk uppihald á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 14 læknar undir útbúgving til kommunulækna og væntandi verða tilsamans tríggir liðugt útbúnir í 2015.

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.