Johnny í Grótinum nýggjur sjúkrahússtjóri

1. JULI 2015

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur gjørt av at seta Johnny í Grótinum í starv sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. 

 

Johnny í Grótinum er 39 ára gamal og hevur útbúgving sum cand. polit. frá 2003 frá Keypmannahavnar Universiteti umframt leiðsluútbúgving á diplom stigi.

 

Johnny hevur arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum støði innan fíggjarheimin, m.a. sum landastjóri í Danmark, hjá Bank Nordik og sum stjóri í Lív.

Johnny í Grótinum hevur umvegis sínar royndir somuleiðis vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri organisatión innan privata geiran serliga, men kennir almenna geiran frá síni tíð sum formaður í Búskaparráðnum 2005/2006 og sum fulltrúi á Hagstovuni.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.