Taxa

Røntgendeildin innkallar umvegis Mínboks

30. JUNI 2015

Frá í dag av verða allar innkallingar frá Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum sendar borgarum umvegis Mínboks.
Hetta merkir, at uml. 12.000 innkallingar árliga verða avgreiddar umvegis Mínboks.

Mín boks virkar soleiðis, at eitt p-tal er knýtt at brævinum sum fer í Mínboks. Skipanin avlesur talið, og sendur tað í innbakkan hjá borgaranum.
Borgarin fær síðani ein T-post um, at bræv er komið í Mínboks.
Um borgarin ikki lesur brævið innan 2 dagar, fær hann ein T-post við áminning. Lesur hann framvegis ikki brævið í Mínboks innan nakrar dagar, verður tað prenta og borið út umvegis Posta.
Um borgarin ikki hevur melda seg til Mínboks, prentar skipanin brævið beinanvegin og borgarin fær tað umvegis Posta.

Til ber at melda seg til Mínboks á www.minboks.fo


Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.