Sjúkraflutningstænastan mennir fakliga førleikan

22. SEPTEMBER 2015

​10 starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, umframt starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú staðið útbúgving sum ambulansu viðgeri, stig 2.

Útbúgvingin sum m.a. veitir førleikar at viðgera við medisini, hevur til endamáls at økja um prehospitala viðgerð, tvs. førleikan at stabilisera sjúklingin ávegis til sjúkrahúsið.


Øll starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum hava nú staðið hesa útbúgving, sum er eitt krav fyri at arbeiða sum ambulansu viðgeri.

Hetta er tó fyrsta holdið sum tekur útbúgvingina síðani Hans Jákup Simonsen bleiv  korpslækni fyri øll trý sjúkrahúsini.

 

Útbúgvingin er ein liður í menningini hjá danska sundhedsvæsenet av ambulansu starvsfólki, og inniheldur fjarlestur, heilsufakliga teori, umframt praktikkuppihald á sjúkrahúsi og í ambulansu.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.