Jólini á Landssjúkrahúsinum

21. DESEMBER 2016

Á hvørjum ári er jólagudstænasta í forhøllini á Landssjúkrahúsinum jólaaftan.

Í ár verður hon kl. 15.00, og fara børn at spæla ljóðføri undir gudstænastuni.
Bæði starvsfólk, sjúklingar og avvarðandi plaga at nýta høvi at koma í forhøllina hesa løtuna. 

Á middegi jólaaftan verður borðreitt við smyrjibreyði, og kl. 17.00 verður jóladøgurði við dunnu á deildunum.

1. jóladag spælir Frelsunarherurin á P-økinum í Stóragarði (við føðideildina), og aftaná spæla tey uttanfyri psykiatrisku viðgerðareindina (P40).
Hetta er gomul traditión, og deildirnar plaga at opna vindeyguni, so sjúklingar hoyra tónleikin.

 

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.