Undirvísing fyri insulinpumpu brúkarar

16. MARS 2016

Í Føroyum hava vit havt møguleika at viðgera typu 1 diabetikarar við insulinpumpu síðan 2004.

3 royndarpersónar byrjaðu í juni 2004. Tað var ein succes frá byrjan, og nú hava eini 120 føroyingar við typu 1 diabetes insulinpumpu.

Landssjúkrahúsið fær javnan serkøn fólk frá medicinalfyritøkunum at hjálpa við undirvísingini á hesum serliga viðgerðarøki.

Nú um dagarnar eru fólk á vitjan á Landssjúkrahúsinum, og í hesum sambandi eru 27 av insulinpumpu brúkarunum bjóðaði til undirvísing, har høvi eisini er at fáa ágóðan at royndum hjá hvør øðrum við hesi viðgerðini.

Í juni 2015 var eitt líknandi tiltak á Landssjúkrahúsinum.   

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.