Vitja Landssjúkrahúsið á Mentanarnáttini

30. MAI 2016

Á triðja sinni luttekur Landssjúkrahúsið á Mentanarnáttini, sum í ár verður fríggjakvøldið 3. juni. Árini frammanundan hava nógv fólk vitja á Landssjúkrahúsinum á Mentanarnáttini, og vit stremba tí aftur í ár eftir, at vísa fram partar av sjúkrahúsinum sum borgarar vanliga ikki hava atgongd til.

Tveir túrar við rundvísing verða, sum byrja við reyðu bygningarnar á Eirargarði 14.

Fyrri túrurin er kl. 18.30 og seinni kl. 19.00. Túrarnir varða í uml. 1 tíma.  

 

Skráin:

Kl. 18.30   

Eirargarður og tunnilin
Styttri søgulig frágreiðing um LS á Eirargarði, har farið verður niður í tunnilin og oman í maskinrúmið.

Maskinrúmið á LS
Framvísing og frágreiðing um maskinrúmið.

Ganga umvegis tunnilin undir J.C Svabosgøtu oman í B-Bygningin
Greitt verður frá krígshospitalinum á vegnum.

Sektiónsstovan
Framvísing og frágreiðing um arbeiðsuppgávur í sektiónsstovuni.

Rannsóknarstovan
Framsýning og frágreiðing um arbeiðsuppgávur og nýmótans tøkni innan rannsóknarøkið. 

Vitja framsýning av nýggja H bygninginum í forhøllini, og túrur upp á takið á grøna bygninginum
Frágreiðing um nýggja bygningin, við møguleika at síggja hann í 3D brillum. Um viðrar, verður gingið upp trappurnar á 9. hædd og út á takið.

Liðugt 
LS bjóðar gómagott í forhøllini.

 

Seinni túrur byrjar klokkan 19.00, og skráin er tann sama sum omanfyri.

Vælkomin sum gestur á Landssjúkrahúsið.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.