Í dag hátíðarhalda vit áræði og dirvi

10. FEBRUAR 2017

Í ringastu krepputíð løgdu eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum teir fyrstu grundarsteinarnar fyri onkologiska ambulatoriið. Røðan hjá Sirið Stenberg til móttøku í sambandi við, at Onkologiska ambulatoriið er 25 ár, kann lesast niðanfyri.

----

Góðu øll

Fyrst vil eg takka tykkum øllum fyri, at eg eri boðin við til hesa stóru løtu, nú vit hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Onkologiska Ambulatoriinum.

Skrúva vit tíðina 25 ár aftur í tíðina, so vóru vit í ringastu krepputíð í Føroyum. Uppá stutta tíð fluttu 4000 føroyingar burtur; fiskur var eingin, fjórði hvør føroyingur var arbeiðsleysur og landið mátti spara. Kreppan hevði álvarsligar fylgjur fyri Landssjúkrahúsið og tað eina árið er kravið, at sjúkrahúsið skal spara 14 prosent í einum høggi.

Í dagsins pengum vildi tað verið ein sparing á 65 mió. krónur í virkseminum á Landssjúkrahúsinum. Øll nítiárini er játtanin ógviliga tepur, og fleiri vilja vera við, at játtanin til føroyska sjúkrahúsið – eins og fólkatalið í Føroyum – framvegis er ávirkað gongdini í kreppuárunum.

Veðrið var baldrut, og stormarnir fuku um oyrini á okkum hesi árini. Bæði so og so. So tað var ein umskiftilig tíð. Men sum eitt kinverskt orðatak sigur. Tá harðast leikar á eru tað nøkur, sum laga lívdargarðar, meðan onnur byggja vindmyllur. Ella eisini kann man siga, at“neyðin lærir nakna kvinnu at spinna”

Eldhugað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum treiskast ímóti samfelagsgongdini annars, og við Jón á Steig á odda leggja tey teir fyrstu grundarsteinarnar fyri onkologiska ambulatoriið. Væl varð arbeitt, og innan stutta tíð varð farið undir at taka krabbameinssjúklingar heim at viðgera. Tað er tað áræðið og dirvi vit hátíðarhalda í dag.

Dygdin í viðgerðunum var, og er avgerandi. Tætt samstarv var og er framvegis við Ríkissjúkrahúsið. Hesi 25 árini hevur ambulatoriið ment seg, og hava fleiri og fleiri fingið møguleikan at fáa partar av viðgerðini fyri krabba heima í Føroyum. Samstarv er framvegis við sjúkrahús uttanlands, og eitt nú hava avtalur verið við læknar úr Lund í Svøríki og úr Íslandi.

Seinnu árini eru fleiri kemoviðgerðir tiknar heim. Í 2010 varð viðgerðin við Herceptin, sum kvinnur við bróstkrabba fingu, flutt heim. Og bara tey tvey seinastu árini eru eisini viðgerðir fyri krabba í heilanum og fyri lívmóðurhálskrabba tøk í Føroyum. Bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.

At hesar viðgerðir nú eru í Føroyum er stórur bati hjá sjúklingunum, sum áður máttu burtur í hesi sváru stund. Ofta var títtleikin stórur, og sjúklingurin skuldi niður kanska eina ferð um mánaðin. Tað ger eina strævna tíð enn meiri møtumikla, tá ið tú frammanundan er illa fyri.

Krabbamein er álvarsom sjúka. Fyri flest øll er hon eisini forbundin við eksistensiellar spurningar um lív og deyð. Hetta krevur nógv av sjúklingunum og eisini nógv av teimum, sum eru um sjúklingin. Tað at megna at veita umsorgan til sjúklingar og avvarðandi, sum oftast eru ígjøgnum teirra truplasta lívstíðarskeið. At vera við at skapa vón, tá ið alt kann tykjast vónleyst- at geva meining í meiningsloysinum.

Hóast vit øll ynskja okkum, at krabbameinsgátan verður loyst, og lekjandi viðgerð verður fyri øll, so mugu vit eisini halda fast í vónini og eisini vitanini um, at alsamt fleiri gerast frísk aftur.

Sjúkan er so mikið vanlig, at eg sigi fyri meg sjálva, at tað er ikki ein spurningur um eg ella ein av mínum verður raktur, men meira ein spurningur um nær.

Tað er ikki at undirmeta stóra týdningin av at kunna vera í heimlandinum, tá ið fólk eru álvarsliga sjúk og í viðgerð. At kunna vera í tryggum umhvørvi, tosað egið mál, kunna hava øll síni tætt uppá o.s fr., er nakað vit taka fyri givið, men sum knappliga kann takast frá okkum. Og sjálvsagt vera tað faklig mørk sum avgera, hvat vit kunnu og ikki, men mín hugsan er púra greið. Sjálvsagt skulu vit gera alt tað í Føroyum, sum yvirhøvur fakliga ber til. Tað er eitt mál í sjálvum sær og eisini eitt mál, at vit menna okkum fakliga til at fáa tað at bera til.

Tá ið tað er sagt, má eg eisini siga, at vit hava nógv at takka fyri við tí góða virksemi, sum verður fyriskipað millum annað á Sjúklinghotellinum Tórshavn. Tí ber ikki til at vera í Føroyum, so skulu vit hava góða alternativ uttanlands. Og tað hava vit.

Og so mugu vit ikki gloyma eina annan stovn hjá okkum sjálvum, sum hevur avgerandi týdning fyri, at vit kunnu veita nakrar av viðgerðunum í Føroyum og tað er Apoteksverkið.

Um skamma stund fer screeningin fyri bróstkrabba í gongd, so vit gerast betur at finna bróstkrabba fyrr, so eisini útlitini fyri at gerast frískur verða betur. Innkallingarnar eru um at fara út, og fyrsta kanningin verður 6. mars. Eisini her er avtalað gjørd við serfrøði uttanlands.

Øll hesi frambrot eru í samsvari við ta kós, sum varð sett út í kortið í Krabbameinsætlanini frá 2009. Í ætlanini vóru tilsamans 58 tilmæli, og av hesum eru um 45 sett í verk. So vit eru eisini komin hartil at umhugsast má, um ikki vit eiga at fáa eina nýggja og dagførda krabbameinsætlan.

Av átøkum úr krabbameinsætlanini kunnu vit til dømis nevna, at stórar íløgur eru gjørdar í tól sum CT og MR skannarar – tó at annar var ein gáva frá Tryggingini, sum vit eru takksom fyri . Og so eru eisini gjørt eitt stórt arbeiði at serútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar til krabbameinsøkið.              

Aftrat hesum kann eg nevna nøkur av teimum tyngru tilmælunum í ætlanini:

  • Koppseting fyri lívmóðurhálskrabba er sett í verk og fevnir um somu aldursbólkar, sum í DK – her hava vit tó tað avbjóðing, at talið at teimum, sum taka av tilboðnum, er minkandi.

  • So er avtalað gjørd soleiðis, at føroysku sjúkrahúsini verða akkrediterað fyri fyrstu ferð 20-23 februar í ár.

  • Og í nýggju heilsulóggávuni, sum í næstum verður løgd fram í Tinginum, verður tað eitt lógarkrav at fráboðað ótilætlaðar hendingar. Á henda hátt vilja vit tilvitað fara at arbeiða við at minka um ótilætlaðar feilir, sum kunnu henda og bøta um sjúklingatrygdina.

  • Tann 1. januar 2012 var eisini sjúklingatrygging sett í gildi fyri Føroyar. Hetta styrkir munandi um rættarstøðuna hjá føroysku sjúklingunum. Teir hava ikki longur próvbyrðuna og skulu ikki longur gjøgnum drúgvu og dýru rættar­skipanina, fyri at fáa eitt møguligt endurgjald. Í dag er tað “Patient­erstatningen”, sum viðger málini, og tað er ókeypis at fráboða skaðar.

Samanumtikið eru sostatt nógv góð mál framd og nøkur koma aftrat í næstum. Men tað slepst ikki uttanum at siga, at serliga eitt økið hevur fingið alt ov lítla rúmd í viðgerðini, og tað er rehabiliteringin.

Til nú hevur fokus serliga verið á, at gera dygdina og karmarnar um sjálva viðgerðina betur, meðan sjóneykan í minni mun hevur verið á at fáa eitt so gott lív sum gjørligt eisini aftan á, at viðgerðin er eydnast.

Longu í Krabbameinsætlanini verður ávarað ímóti hesum, tí har verður staðfest, at eitt ávíst rák hevur verið at síggja í okkara grannalondum, sum eisini hava staðfest, at rehabiliteringin ikki hevur verið nøktandi.

Tað var ikki fyrr enn í triðju Krabbameinsætlanini í Danmark, at rehabilitering gjørdist partur av strategiini, og somuleiðis var í Svøríki. Tað er stórt spell.

Krabbamein er ein sjúka, sum setir síni spor, bæði likamliga, sálarliga og sosialt. Í summum førum er talan um avleiðingar, sum vara alt lívið. Tað er eingin ivi um, at hugsa vit rehabiliteringina inn í sjúkugongdina so skjótt sum gjørligt, so ber til at minka um árinini av sjúkuni.

Rehabiliteringin hevur havt, og hevur trong kor í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í summar fekk eg tvey álit – Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið og Endurvenjingarálitið – sum bæði staðfestu ein stóran tørv á økinum. So hetta er eitt øki, vit eiga at raðfesta munandi hægri. Átøk eru framd rætta vegin, men enn er nakað á mál.

Ikki tykkum at siga er krabbameinsviðgerð framvegis í rívandi menning. Nýggj tøkni, nýggir viðgerðarhættir og heilivágur taka seg fram alla tíðina. Tøkni og viðgerð, sum seta nýggj krøv til serfrøðina og harvið eisini seta krøv um nýggjar strategiskar ætlanir á krabbameinsøkinum.

Hóast tað er eydnast at taka fleiri viðgerðir heim, so verður tað eisini í framtíðini neyðugt við samstarvi við útlendsk sjúkrahús um tænastur. Men tá ið tað ber til, og vit í Føroyum við vissu kunnu veita somu dygd, so skulu vit taka viðgerðir heim. Tað haldi eg er okkara skylda sum samfelag og nakað sum eisini politiska skipanin skal virka fyri.

Tað er hugaligt at merkja, hvussu stóra fólksliga undirtøku tað hevur at stuðla undir øll átøk, sum kunnu hjálpa til á krabbameinsøkinum. Tað er viðvirkandi til at avstigmatisera sjúkuna og skapa størri opinleika. Men tað sigur mær eisini, at vit liva í einum samfelag, har øll taka hond um og eru avvarðandi hjá hvør øðrum. Og tað er eitt sterkt samfelag.

Eg fari at ynskja Onkologiska ambulatoriinum hjartaliga tillukku við degnum. Fari at takka øllum sum á sín hátt hesi 25 árini hava tikið tøk, fyri at fáa arbeiðið at eydnast. Onkologiska ambulatoriið bæði er og kemur at verða krumtappurini í víðarimenningini av krabbameinsøkinum í Føroyum. So tit røkja eina sera, sera týdningarmikla uppgávu í okkara samfelag, til gagns fyri okkara fólk. Og eg fari at enda við eisini at ynskja tykkum Harrans signing yvir komandi virksemið.

Enn einaferð hjartaliga tillukku!

Takk fyri!

kelda:himr.fo 

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.