Altjóða sjúkrahúskrossar eru at síggja á Landssjúkrahúsinum

28. APRÍL 2017

Í dag, 28. apríl, eru tveir stórir, reyðir sjúkrahúskrossar komnir upp at hanga á Landssjúkrahúsbygninginum.

Krossarnir koma at síggjast frá allari Havnini, og eru teir altjóða tekin um, at her er eitt sjúkrahús. Tað er sera umráðandi, at øll finna fram til sjúkrahúsið.

Í fjør komu skelti ymsa staðni í býnum við altjóða krossinum á, og tí er eisini neyðugt at hava kross á sjálvum sjúkrahúsbygningunum.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.