Annika Weihe nýggjur sjúklingavegleiðari og samskipari hjá føroyskum sjúklingum í Danmark

13. OKTOBER 2017

1. september 2017 var Annika Weihe sett sum nýggjur sjúklingavegleiðari og samskipari til føroyskar sjúklingar, sum fáa viðgerð í Danmark.

Sum sjúklingavegleiðari hevur Annika Weihe skrivstovu til vinstru fyri informatiónina á Ríkissjúkrahúsinum.
Skrivstovan er opin fyri viðtalu gerandisdagar millum kl. 08.00-12.00 og annars umvegis telefon.

Hvønn mikudag er ætlanin at Annika skal vera á Sjúklingahotellinum, har hon hittir sjúklingar og avvarandi.
Umframt vegleiðandi funktiónina hevur Annika eisini eina samskipandi funktión, sum er at optimera sjúklingagongdir og at fara inn í aktuellar sjúklingagongdir, har ivamál eru.

Nýggi sjúklingavegleiðarin er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar starvsroyndir. Hon hevur arbeitt við cancer-, diabetes og pínusjúklingum og hevur eina eftirútbúgving sum onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur. Somuleiðis hevur hon eina Master i Sundhedsfremme frá 2015 og hevur harumframt verið við til at sett eitt diabetesambulatorie og eina pínuklinikk á stovn.

Sjúklingavegleiðarin hevur tilvísing til Sjúklingahotellið og Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum.

Ríkissjúkrahúsið hevur eina síðu við kunning og samband til føroyska sjúklingavegleiðaran, sum finnist her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.