Føroysk psykiatri í fremstu røð

23. FEBRUAR 2017

Skjøtul er nú settur á arbeiðið at gera heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum. Betri sálarheilsa fyri øll er aðalendamálið við heildarætlanini. Fyrsti fundurin var í arbeiðsbólkinum í dag.    

Heildarætlanin ber heitið “Álit um heildarpsykiatri fyri Føroyar. Málið er at tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javnbjóðis, dygdargóða og trygga tænastu, so tætt at gerandislívinum, sum til ber.          

Tað er landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, sum hevur tikið stig til arbeiðið. Heildarætlanin snýr seg um psykiatri í breiðastu merking og ikki bert í heilsuhøpi. Heildarætlanin nemur við mest sum øll vælferðarøki í føroyska samfelagnum. Í viðmerking sigur landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg:

- At hjálpa teimum, ið stríðast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum umframt fevnir um alt frá viðgerð til arbeiðslívið, útbúgving, fíggjarliga stuðul, námsfrøði, bústaðarmøguleikar og mangt annað. Skulu vit røkka góðum úrslitum er neyðugt við dygdargóðum samskipaðum átøkum tvørtur um geirar og fakmørk.  

Arbeiðsbólkurin, sum skal gera heildarætlanina, er tí somuleiðis mannaður við umboðum úr fleiri geirum, ymsum fakkunnleika, umframt at umboð fyri brúkaran verða við.

Høvuðsuppgávan hjá tvørfakliga arbeiðsbólkinum er at gera eina heildarætlan fyri psykiatri í Føroyum við ítøkiligum tilmælum um átøk at fremja á økinum komandi árini. Arbeiðsbólkurin skal á heildarætlanini millum annað meta um møguleikarnar fyri og at gera tilmæli um, at tað við røttu tilboðum til røttu tíð ber til, at:

  • fyribyrgja sálarsjúku betur – her undir at breiða út kunnleika um sálarsjúku og at burturbeina stigmatiseringina
  • at finna sálarsjúku tíðliga til tess at fyribyrgja at sjúka versnar og
  • at menna tænastur, ið fremja møguleikarnar hjá tí einstaka at endurmenna og koma seg og virka í gerandisdegnum aftur – her undir at koma aftur í arbeiði ella útbúgving.

Í arbeiðsbólkinum sita:

  • Tormóður Stórá, depilsleiðari, Landssjúkrahúsið, formaður
  • Doris Bjarkhamar, fulltrúi, Almannamálaráðið
  • Frida Poulsen, fulltrúi, Mentamálaráðið
  • Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur, Gigni
  • Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Sernám
  • Elsebeth Sanna á Krákusteini, leiðari, Almannaverkið
  • Súsanna Olsen, námslektari og forkvinna í Sinnisbata
  • Oddbjørg Balle, leiðari, Kommunufelagið
  • Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Føroyskir Sálarfrøðingar
  • Marjus Dam, kommunulækni, Kommunulæknafelag Føroya
  • Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari, Heilsu- og innlendismálaráðið

Í arbeiðinum fer arbeiðsbólkurin eisini at draga inn onnur umboð, sum arbeiða á og kenna til økið.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.