Landssjúkrahúsið er góðskugóðkent

26. OKTOBER 2017

Landssjúkrahúsið hevur í dag fingið góðskugóðkenning frá danska stovninum IKAS, sum kannar um sjúkrahús lúka neyðugu dygdarkrøvini.

Fólk frá IKAS vóru í Føroyum í vár og kannaðu føroysku sjúkrahúsini, og fekk Landssjúkrahúsið tá eina fyribils góðkenning við viðmerkingum.  

Í dag hevur Landssjúkrahúsið móttikið avgerðina hjá IKAS um, at sjúkrahúsið nú uppfyllir neyðugu treytirnar fyri at vera góðskugóðkent. 

Góðkenningin er galdandi fram til 19. apríl 2020.

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.