Misvísandi yvirskrift um trygdina á føðideildini.

4. AUGUST 2017

Bæði í tíðindinum hjá Kringvarp Føroya kl. 18.00 og í Degi&Viku í gjárkvøldið 3. august, úttalaði Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum seg um trygdina á føðideildina.

Greitt var frá, at tann fakliga og medisinska trygdin hevur verið og er í lagið, men at ásannast má, at kunningin um praktisk viðurskifti til avloysarar, í onkrum førum, ikki hevur verið nóg góð. 
Ein virkandi deildarljósmóður er nú sett, at tryggja at øll nýggj starvsfólk fáa skipaða og eins kunning um praktisk viðurskifti á deildini.

Soleiðis er yvirskriftin misvísandi, og er trygdin á føðideildini bæði medisinskt og fakliga í lagið.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.