Nú byrjar screening fyri bróstkrabba í Føroyum

21. FEBRUAR 2017

Allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár fáa nú innbjóðing frá Landssjúkrahúsinum við tilboði um screening fyri bróstkrabba.  

Í dag eru fyrstu innbjóðingarnar sendar út, og hesar kvinnurnar koma til screening í mars mánaði.  

Screening er kanning av frískum bólki av borgarum, har endamálið er sjúkufyribyrgjan.

Tilsamans 5700 kvinnur eru í aldurbólkinum 50-69 ár. Screeningin verður tí gjørd í fleiri umførum yvir komandi 2 árini.

Í hesum fyrsta umfarinum fáa 829 kvinnur innbjóðing. Tá 2 ár eru liðin, og allar kvinnur í aldursbólkinum hava fingið tilboðið, fáa fyrstu kvinnurnar tilboð av nýggjum.

Bræv við kunning og viðtalutíð verður send í MínBoks. Tær kvinnurnar, sum ikki hava Mínboks fáa innbjóðing sum vanligt bræv.  

Kanningin, sum fer fram sum ein myndatøka á Røntgendeildini, tekur bert fáar minuttir.   

Ein spurnarkanning seint í fjør vísti, at nærum 85% av kvinnunum í ásetta aldursbólkinum ætla at taka av møguleikanum fyri screening fyri bróstkrabba. Tað er væl fleiri enn í grannalondunum.  

Les meira um screening fyri bróstkrabba á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.