Rudi Kollslíð virkandi leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum

2. MARS 2017

Avtala er gjørd við Rudi Kollslíð, hjartalækna, at hon hetta komandi árið verður virkandi leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Umframt Rudi telir depilsleiðslan á Medisinska deplinum Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing.

Fyri at styrkja læknafakligu leiðsluna á medisinska deplinum hevur stjórnin harumframt heitt á yvirlæknarnar Elmar Ósa og Shahin Gaini um at vera partur av læknafakligum leiðslutoymi á Medisinska deplinum saman við Rudi.
Elmar sum ábyrgdarhavandi fyri útbúgving og rekrutering, meðan Shahin hevur ábyrgdina av granskingini á deplinum og er umboð fyri Landssjúkrahúsið í stýrinum fyri Deplinum fyri Heilsugransking.

Rudi Kollslíð er hjartalækni, ið hevur starvast á Landssjúkrahúsinum sum yvirlækni síðani 2012. Elmar Ósá, yvirlækni, hevur starvast sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum síðani 2011, meðan Shahin Gaini hevur verið yvirlækni í infektiónsmedisin síðani 2012.

Setanin er í eitt ár frá 1. mars 2017.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.