Spurnarkanning til føroyskir sjúklingar, sum hava verið uttanlands í kanning ella viðgerð fyri likamliga sjúku.

29. NOVEMBER 2017

Hvørt ár verða yvir túsund føroyingar kannaðir og/ella viðgjørdir uttanlands, men vit vita tíverri alt ov lítið um, hvussu føroyingar sjálvir uppliva hetta.
Tískil gera næmingar á RUC eina kanning, sum er eitt samstarv millum Uttanlandstænastuna á LS, Krabbameinsfelagið og lesandi, sum skriva serritgerð á Roskilde Universiteti.

Kanningin vendir sær til borgarar, ið búgva í Føroyum og hava verið noyddir at fara uttanlands at verða kannaðir og/ella viðgjørdir fyri eina likamliga sjúku.
Tað vil siga, at hendan kanningin fevnir ikki um viðgerð av sálarligum sjúkum.
Foreldur, ið hava verið við sínum børnum til kanningar og/ella viðgerð uttanlands, eru eisini hjartaliga vælkomin at svara vegna børn síni.

Tað tekur uml. 10-15 minuttir at svara kanningini.
Tú verður dulnevnd/ur.

Hevur tú spurningar ella tekniskar trupulleikar, ert tú vælkomin at skriva til figj@ruc.dk
Vit takka frammanundan fyri tína hjálp!

Trýst á leinkjuna her, fyri at koma til spurnarkanningina.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.