Til allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár

28. NOVEMBER 2017

Tekur tú av tilboðnum um regluliga kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum?

Kyknubroytingar kunnu verða forstig til lívmóðurhálskrabba, sum til ber at síggja langt frammanundan, og tí kann fyribyrgjast.

Tí verður staðiliga heitt á teg, um at taka av tilboðnum næstu ferð tú fært innbjóðingarbræv sendandi.

Vanligt innbjóðingarbræv verður sent tær 3. hvørt ár. Ert  tú í eftirlitbólki, fært tú bræv við styttri millumbili.
Um tú sjálvboðin gongur til regluligar kanningar, fært tú ikki innbjóðing.
Ivast tú í, nær tú seinast hevur verið til kanning, ber til at ringja á tel. 30 45 00 til Landssjúkrahúsið og spyrja teg fyri. Bið um Patologisku deild, lokal. nr. 5604.

Kvinnur uttanfyri aldursmarkið kunnu altíð sjálvar biðja kommunulæknan um at verða kannaðar fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi.

Les meiri um regluliga kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsi við at trýsta á her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.