Gongd komin á at stoypa

22. SEPTEMBER 2017

Í síðstu viku var liðugt at spreingja fyri nýggja H-bygninginum. Alt lendið er nú byggiklárt, og gongd er komin á at stoypa.

Í vár játtaði Løgtingið fígging til at gera parkeringskjallara á niðastu hædd í nýggja bygninginum. Hetta kravdi meira spreinging og útgrevstur, men nú er farið víðari til næsta byggistig.
Áleið 50 parkeringspláss verða í nýggja parkeringskjallaranum.

Nýggi bygningurin kemur at hava 92 seingjarpláss, harav 28 eru til psykiatriskar sjúklingar. Sostatt koma sjúklingar við sálarligum og kropsligum heilsutrupulleikum at fáa viðger í sama umhvørvi.

Umframt hetta hevur nýggi bygningurin m.a.:
3 føðistovur ístaðin fyri 2 í dag
2 nýggjar háisolatiónsstovur
Høvuðskøk og kantinu

Nýggi bygningurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu í februar 2021.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.