Missión og visjón

Missión og visjón

Missión og visjón

Landssjúkrahúsið veitir sjúklingunum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði. Vit skulu menna og útbúgva okkara starvsfólk og fremja gransking.
 

Okkara framtíðarmynd - Visjón

 

Sjúklingurin er í miðdeplinum
Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.

 

Starvsfólkini er errin av at arbeiða her
Vit kenna, at vit arbeiða á einum góðum arbeiðsplássi, ið veitir dygga og álítandi tænastu. Vit trívast  í arbeiðsumhvørvinum og kenna, at okkara arbeiði verður virt og okkara førleikar gagnnýttir og áhaldandi mentir.
Landssjúkrahúsið hevur eitt virkið útbúgvingar- og menningarumhvørvi og luttekur í at útbúgva fakfólk á øllum stigum.

 

Samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi
Landssjúkrahúsið er ein tænastuveitari, sum allir borgarar í landinum kenna seg tryggar við at venda sær til og nýta.

 

Strategimál

1. Dygdin í sjúklingagongdini skal optimerast og tryggjast
Trygd og dygd skal vera í allari viðgerð, tað er bæði fakliga, fyrisitingarliga og upplivda trygdin og dygdin hjá sjúklinginum.
Endamálið er, at sjúklingurin er í miðdeplinum og kennir seg tryggan.
Tvørsektorsamstarvið og umskiftið skal áhaldandi betrast við atliti til trygd og dygd.

 

2. Starvsfólkini skulu vera vælútbúgvin og trívast
Menning skal tryggja høgt førleika- og útbúgvingarstøði hjá starvsfólkunum. Góður trivnaður skapar grundarlag fyri nøgdsemi.
Útbúgvingarstøðið skal verða tryggjað við skipaðari og miðvísari eftirútbúgving og førleikamenning fyri allar starvsfólkabólkar.
Nøgdsemi skal m.a. tryggjast við, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða virdir og gagnnýttir, arbeiðast skal við at bøta um fysisku karmarnar og sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Starvsfólk eru við, tá nýhugsan og broytingartilgongdir verða gjørdar.
Landssjúkrahúsið eggjar og stuðlar starvsfólkum at fara undir gransking. Samstarvið við útbúgvingarstovnar innanlands og uttanlands verður ment.

 

3. Samskifti skal vera eitt virkið amboð
Tilvitað og professionelt samskifti skal tryggja høgt kunningarstøði.
Samskiftið við sjúkling og tey, ið varða av, er týðandi partur í eini sjúklingagongd. Gott samskifti skal stuðla undir gott samstarv innanhýsis á stovninum og millum Landssjúkrahúsið og aðrar samstarvsstovnar.
Samskiftið virkar fyri góðum umdømi hjá Landssjúkrahúsinum í samfelagnum sum heild.
Sjúklingar, avvarðandi, almenningurin, fjølmiðlar og politikkarar fáa gagn av høgum kunningarstøði.
Fokus verður sett á at miðla vitan gjøgnum undirvísing, skrivligt tilfar/faldarar og elektroniskar miðlar.

 

4. KT skal stuðla øllum arbeiði
KT er neyðugt grundarlag og amboð í heilsufakliga og umsitingarliga arbeiðnum á Landssjúkrahúsinum.
Allar viðkomandi dátur skulu verða skrásettar- líka frá fíggjarligum upplýsingum og hagtølum, til kanningarúrslit og upplýsingar um viðgerðir. Somuleiðis skulu allar mannagongdir gerast teldutøkar í eini felags skjalaskipan fyri alt sjúkrahúsið.
Landssjúkrahúsið miðar ímóti at verða talgilt/pappírleyst innan øll virkisøki.
KT skal tryggja opinleika og høgt kunningarstig.
Sjúklingar, avvarðandi og samfelagið skulu fáa nøktandi innlit í virksemið hjá Landssjúkrahúsinum, samstundis sum persóns- og trúnaðar upplýsingar verða vardir.

 

5. Alt tilfeingið skal brúkast munagott
Við tilfeingi, verður hugsað um alt tilfeingið, ið stovnurin hevur frá fíggjarligu játtanini, bygningum, tólum til starvsfólk.
Virksemið á Landssjúkrahúsinum skal verða skipað og umsitið soleiðis, at alt tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt við m.a. støði í hugsunarháttar innan framleidni og virkisføri.
Vitanin á Landssjúkrahúsinum skal verða tryggjað, og skipanir og mannagongdir skulu áhaldandi mennast og dagførast.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.